Myndin er tilvildarlig.

Stjól góðgæti fyri slakar 300 krónur

Fyrrapartin í gjár varð eitt viðskiftafólk afturhildið í einum handli í Havn fyri tjóvarí.

Myndin er tilvildarlig.

Um 09.45-tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um stuldur í einum handli í Havn.

 

- Handilin hevði afturhildið einum tilkomnum viðskiftafólki, sum tey høvdu illgruna um hevði stolið úr handlinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað vísti seg, at viðkomandi hevði stolið fyri slakar 300 krónur.

 

Spurd, hvør vøran var, sum viðskiftafólki hevði tikið við sær úr handlinum, segði vaktleiðarin, at talan serliga var um góðgæti.

 

Lagt verður aftrat, at viðkomandi viðskiftafólk, sum ikki dugdi sær hógv í handlinum í Havn, verður skuldsett og fær eina bót.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.