Størri stjórnarflokkurin í Grønlandi, Inuit Ataqatigiit (IA), krevur rættin til at tosa grønlendskt í danska fólkatinginum og hóttir við grundlógarbroyting, skrivar flokkurin.
Tað kemur fram í einum tíðindaskrivi frá bólkinum hjá IA í grønlendska Landstinginum, Inatsisartut, sent Ritzau.
Fráboðanin kemur eftir at formansskapur Fólkatingsins hevur boðað frá, at grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam ikki kann taka svara spurningum frá fólkatingslimum, um hon bert heldur sína røðu á grønlendskum.
- Ein slík avgerð, sum formansskapurin í danska fólkatinginum hevur tikið, er sera álvarslig.
Flokkurin, sum landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, er formaður í, heldur, at hann "ikki kann halda fram á somu leið".
- Avgerðin ger greitt, at vit skulu taka næsta stigið, sigur stjórnarflokkurin.
Ósemjan botnar í eini ósemju um tulking fyri norðuratlantisku mandatini í fólkatinginum.
Í fjør varð samtykt í formansskapi Fólkatingsins, at norðuratlantiskir fólkatingslimir skuldu fáa dupulta talutíð til kjak í Fólkatingssalinum, soleiðis at teir kunnu halda røðu á móðurmálinum og aftaná á donskum.
Tann loysnin varð tikin í staðin fyri simultantulking.
Til byrjunarkjakið í ár á Fólkatingi vil Aki-Matilda Høegh-Dam, sum umboðar hin grønlendska flokkin Siumut á Fólkatingi, ikki halda sína røðu á donskum.
Eftir orðaskifti í Formanninum í danska fólkatinginum hevur hon fingið at vita, at í tí førinum kann hon ikki fáa fyrispurningar aftaná.
- Fólkaræðið er hornasteinurin undir grundlógini hjá danska kongaríkinum. Hóast hetta boðaði fólkatingsformaðurin frá, at ein valdur fólkatingslimur ikki kundi spyrjast, tí viðkomandi skal tosa á sínum egna máli, skrivar flokkurin Inuit Ataqatigiit og heldur fram:
- Slík avgerð kann ikki góðtakast.
Fólkatingið bjóðar teimum fýra norðuratlantisku fólkatingslimunum ein tulkastuðul á 69.000 danskar krónur um mánaðin. Peningurin kann bert nýtast til at leiga ella keypa hjálp til týðingar og tulkingar.
Skipanin skuldi upprunaliga eftirmetast í 2025, men formaðurin í danska fólkatinginum, Søren Gade (V), framskundar hana nú. Tað sigur hann við Politiken.
Hvørgin av teimum báðum føroysku fólkatingslimunum, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum ella Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum hava ynski ella ætlanir um at tosa føroyskt á Fólkatingi.
Ritzau/