Stór afturgongd í bilasøluni í ár

Tað eru seldir nógv færri bilar tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør

Tað vísa hagtøl hjá Aktostuni, sum hevur gjørt upp hagtølini til 1. apríl.

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør vórðu seldir 558 akfør, meðan tað sama tíðarskeið í ár bara eru selldir 384. Tað er ein munnur upp á 252 akfør, ella tað sama sum 33,33 prosent, altso ein triðing færri bilar.

Tað er sølan av persónbilum, sum ger munin. Tí har er minkingin 31 perosent, ella 174 færri seldir persónbilar.

Talvan niðanfyri vísir hagtølini hjá Akstovuni fyri bilasøluna ársins fyrstu tríggjar mánaðir samanborið við søluna sama tíðarskeið í fjør:

##med2##