Stórsligið norðurlendskt sangtiltak í Kelduni í Skálafirði

Í døgunum 9-11 mai verður Keldan í Skálafirði karmur um eitt stórsligið Norðurlendskt sang -og tónleikatiltak, undir heitinum ”Sangur yvir landamørk”.

Tiltakið varð fyrstu ferð hildið í Vennesla í Noreg í 2022 og varð árið eftir endurtikið, eisini í Vennesla í Noreg. Hesaferð hava fyrireikararnir valt at halda tiltakið í Føroyum, og verður tað í Kelduni í Skálafirði í døgunum 9 -11 mai, har 2 tiltøk verða hvønn dagin, kl. 16.00 og kl. 20.00. 

23 ymiskir bólkar og einstaklingar úr øllum Norðurlondum koma at luttaka, og nærum 300 fólk úr Noregi og Svøríki vitja í Føroyum, í samband við tiltakið. Í samband við, at so nógv ferðafólk eru í landinum í samband við tiltakið verður eisini skipað fyri útferðum, har høvið verður hjá teimum vitjandi, at síggja ymisk áhugaverd støð í Føroyum. 

Nevndin, ið skipar fyri tiltakinum er mannað av Eyðun Jacobsen úr Føroyum, Aud Halsne og Johan Halsne úr Noreg og Mikael Järlestrand úr Svøríki. Hugskotið til tiltakið bleiv til í 2021, har tosað var um, at skipa eitt kristiligt sang -og tónleikatiltak fyri tilkomin fólk. 

Neyvan man nakað so stórt norðurlendskt kristiligt sang og tónleikatiltak hava verið áður í Føroyum, har so nógv útlendsk vitjandi hava verið. 

Fyrireikararnir vóna at tiltakið fær góða undirtøku, og at nógvir føroyingar fara at nýta høvið at vitja tiltakið í Kelduni, har nógv verður gjørt burtur úr hesar báðar dagarnar.

Atgongumerki skal keypast til tiltakið, og kann atgongd keypast til hvørja einkulta konsert, eindags atgongemerki ella til allar konsertirnar saman. Atgongumerki kann ognast á billett.fo.

Tað verður eisini høvi hjá teimum vitjandi, at keypa okkurt til matna áðrenn, ímillum og eftir tiltøkini.