Hóast størsta fiskivinnufyritøkan í Grønlandi, almenna fyritøkan Royal Greenland, eisini í fjør hevði blóðreyð tøl á botnlinjuni, setir leiðslan í felagnum lønarmet.
Tað veit Sermitsiaq at siga.
Heimasíðan vísir á, at eitt nú fyrrverandi fíggjarstjórin í felagnum, Nils Duus Kinnerup, í fjør fekk 8,5 milliónir krónur í fastari løn umframt uppsagnarløn.
Og øll leiðslan í Royal Greenland fekk í fjør 25 milliónir krónur í lønum, og soleiðis settu lønarútreiðslurnar til leiðsluna met í árinum
Sermitsiaq vísir til ársfrágreiðingina hjá felagnum og sigur, at lønarútreiðslurnar til leiðslu felagsins vóru 3,3 milliónir hægri í 2024 enn árið fyri, tá tær vóru 21,7 milliónir.
Lesið eisini - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/royal-greenland-ledelse-slar-lonrekord-nils-duus-kinnerup-scorer-kassen/2228474
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/royal-greenland-hevdi-aftur-blodreyd-toel-i-fjoer
##med2##