Stórur KT-ruðulleiki kring knøttin

Í løtuni er ongin ferðsla úr flogvøllinum í Sydney í Australia, og aðrir flogvallir – í m.a. Berlin og Amsterdam – hava eisini trupulleikar

Heilt nógvar KT-skipanir í fleir londum kring knøttin eru í løtuni óvirknar, og ein long røð av stovnum – m.a. stórir bankar, fjølmiðlar og flogfeløg – stríðast í løtuni við KT-trupulleikar.


Tað skriva altjóða fjølmiðlar.

 

Í løtuni er ongin ferðsla úr flogvøllinum í Sydney í Australia, og aðrir flogvallir – í m.a. Berlin og Amsterdam – hava eisini trupulleikar. Ruðulleiki er í matvøruhandlum, sum brúka KT-skipanir til avgreiðslu og sjónvarpsstøðir kring knøttin hava trupult við at fáa tingini at rigga. Í Stóra Bretlandi riggaði ikki hjá Sky News at senda, og KT-skipanin í bretska heilsuverkinum riggar heldur ikki sum hon skal.

 

Orsøkin til KT-trupulleikarnar er framvegis ógreið, men fleiri av teimum, ið eru rakt, seta hana í samband við stýrisskipanir til Microsoft PC.

 

Í eini fráboðan hava australskir myndugleikar boðað frá, at onki bendir á, at talan er um eitt cyberálop.