Stórur turkur í Hoyvík

1. DEILD: Tað var triðja ferðin á rað, at FC Hoyvík ikki skoraði, tá ið KÍ í dag vann á heimavølli

Tað gongur einki serligt hjá FC Hoyvík. Í dag endaði tað við 2-0 tapi í Klakssvík. Hetta var triðja ferðin á rað, at FC Hoyvík fór av vøllinum uttan at hava skorað mál. Eftir 3-3 á útivølli ímóti EB/Streymi hava úrslitini verið trý tap. 3-0 á útivølli ímóti B36, 3-0 á heimavølli ímóti Skála og so 2-0 í Klaksvík í dag.

 

FC Hoyvík hevur spælt 11 dystir og hevur vunnið 10 stig. Tað ber 8. plássið við sær.

 

KÍ hevur 18 stig og er á fjórða plássi.

 

Bæði KÍ málini í dag vórðu skorað í seinna hálvleiki. Tríggjar minuttir eftir steðgin var tað verjuspælarin Sølvi Johannesen, sum setti hol á. Uppleggið átti Silas Gaard. Hetta var fyrsta málið hjá Sølva í ár. Áður hevur hann skorað eitt mál í næstbestu deildini. Tað var sambært faroesoccer.com 17. september í fjør, tá ið KÍ vann 5-1 ímóti TB á útivølli.

 

Seks minuttir undan leikloki var tað Jóhan Josephsen, sum staðfesti 2-0 heimasigurin. Uppleggið átti miðvallarin Steinbjørn Olsen. 17 ára gamli Jóhan Josephsen hevur skorað seks mál í ár og er toppskjútti á næstbesta KÍ liðnum.

 

Einki var at síggja til Hannis Matras í dag. Jóhan Jacobsen vardi málið hjá KÍ. Tað vil siga, at møguleiki er fyri, at Hannis Matras, sum síðsta sunnudag var brandur í 2-1 heimasigrinum hjá besta KÍ liðnum ímóti B36, verður í málinum, tá ið KÍ 2. hvítusunnudag fer at spæla í Fuglafirði.

 

Fríggjakvøldið í næstu viku fer KÍ suður til Sands, og leygardagin fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti B68.