Gera nýggjan miðstaðar og bústaðarøkispart í Klaksvík

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 24.04.2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu

Uppskotið til broytingina snýr seg um at stovna nýggjan miðstaðar- og bústaðarøkispart, E5. Nýggi økisparturin er uml. 2000 m2 til støddar og er skipaður soleiðis, at veghædd í komandi bygningunum er ætlað til miðstaðarendamál, meðan 1.-2. hædd er ætlað til bústaðarendamál.

 

Samlaða ábyggingin fyri økið er 60 prosent, minst loyvdu grundøkjavíddir og hæddir eru 500 fermetrar og 11 metrar, tó niður 100 fermetrar og 8 metrar á útløgdum økjum. Byggjast kann upp í 2-3 hæddir, og møguligt er at byggja eigara, luta og leiguíbúðir. Sí Byggisamtyktarbroyting - Uppskot til økisblað E5.

 

Kommunan hevur latið gjørt skitsuuppskot fyri ætlaðu bygging á nýggja økispartinum. Útfyllingin skal rúma bygging, so sum sølutorg, almennum vesum, hølir til t.d. útvent virksemi, felagsskapir og bústaðarendamál. Økið verður knýtt saman við bryggjukanti. Sí Skitsuuppskot - Útfylling og bygging til miðstaðar- og bústaðarendamál í Klaksvík - 30.04.2024. Broytingin umfatar sjóøki men markar móti matr.nr. 1658b, 1658a og1648a.

 

- Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 12.06.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 23/01320.

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 01.05.2024 – 22.05.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.