Súna var toppskjútti hjá Ajax

Grundspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum er nú liðugt

Grundspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum er nú liðugt.

 

Í seinasta umfarinum, ið var leikt í kvøld tók føroyingaliðið, Ajax móti Sønderjyske.

 

Tað endaði við einum 22-26 tapi hjá Ajax, ið var aftanfyri 8-11 í steðginum.

 

Tað gekk tó væl hjá Súnu K. Hansen, ið skoraði fýra mál, legði upp til eitt mál, og vann liðnum heili seks brotskøst í dystinum í kvøld. Súna var saman við Simone Pedersen toppskjútti hjá Ajax í kvøld. 

 

Ajax endar aftast í deildini við sjey stigum, men húsagangurin hjá Randers bjargar Ajax frá at flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina. Ajax skal nú kappast í einum endaspæli, har málið verður at halda plássið í bestu deildini.

 

Tað var dúkað til føroyingauppgerð í Keypmannahavn, tá liðið hjá Pernillu Brandenborg, Keypmannahavn tók móti liðnum hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster. Men Annika fekk tíverri ikki spælitíð í kvøld.

 

Nykøbing Falster vann annars dystin 40-34 (22-15). Pernille skoraði eitt mál fyri Keypmannahavn í kvøld.

 

Nykøbing Falster endar grundspælið á einum fjórða plássi við 30 stigum, meðan Keypmannahavn endar grundspælið á einum sætta plássi við 29 stigum. Bæði eru tí tryggjaði pláss í endaspælinum um at gerast danskur meistari. 

 

Endaliga støðan í grundspælinum:

 

 

 

Nr.Lið:DystirStig
1Odense 2443
2Team Esbjerg2441
3Ikast2436
4Nykøbing Falster2430
5Viborg HK2430
6Keypmannahavn2429
7Silkeborg-Voel2421
8Aarhus United2419
9Horsens 2418
10Ringkøbing2415
11SønderjyskE2412
12Skanderborg2411
13Ajax 247