Svik: Juventus aftur frátikið stig

Seria A: Juventus hevur fingið frátikið 10 stig

Juventus hevur fingið frátikið 10 stig í landskappingini. Hetta fyri at hava svikað fyri virðinum á spælaraflytingum, sum bara høvdu til endamáls at pynta upp á rokniskapin hjá felagnum.

 

Í fyrstu atløgu fekk Juventus frátikið 15 stig, men miðskeiðis í kappingini fekk felagið stigini aftur. Hóast tað hevur verið eitt misjavnt kappingarár, so hevur gongdin uttan frátikin stig verið nokk til Champions League fótbólt komandi kappingarár.

 

Nú sær verri út. Juventus fekk boðini stutt undan dystinum móti Empoli í gjár. Um tað hevur órógvað skal verða ósagt, men Juventus tapti heili 4-1 og vegurin til Champions League er knortlutur.

 

Juventus er í løtuni nummar sjey og trý stig aftanfyri AC Milan, sum nú er á fjórða plássi. Bersøgni venjarin hjá AS Roma, José Mourinho, er alt annað enn nøgdur við gongdina í málinum. Hann heldur fyri, at hann hevði satsað øðrvísi um hann visti, at Juventus fekk eina revsing.

 

Napoli er meistari.

 

1Napoli36275473:2686
2Lazio36208855:2868
3Inter Mílanó362131267:4066
4AC Milan361810860:4264
5Atalanta361871159:4361
6Roma361791047:3560
7Juventus36216955:3259
8Monza3614101246:4652
9Fiorentina3613111248:4150
10Bologna3613111248:4550
11Torino3613111238:4050
12Udinese3611131245:4446
13Sassuolo361281644:5644
14Empoli3610121436:4642
15Salernitana368151345:5839
16Lecce367121730:4333
17Spezia366131730:5631
18Hellas Verona36792029:5530
19Cremonese364122032:6624
20Sampdoria36392422:6718

 

Úrslit

 

22.05Empoli4:1Juventus
22.05Roma2:2Salernitana
21.05Udinese0:1Lazio
21.05Napoli3:1Inter Mílanó
21.05Torino1:1Fiorentina
21.05Lecce0:0Spezia
20.05AC Milan5:1Sampdoria
20.05Atalanta3:1Hellas Verona
20.05Cremonese1:5Bologna
19.05Sassuolo1:2Monza