Tórshavnar kommuna breyt avtalu - tóku listauppgávu aftur

Hansina Iversen, Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø vórðu tey trý, ið vórðu útvald at listprýða nýggja Skúlan á Fløtum. Hóast Hansina Iversen var farin í gongd við uppgávuna, fekk hon seinni at vita frá listabólkinum, at tørvur var ikki á hennara listprýði kortini, tí hini bæði listauppskotini gjørdust so kostnaðarmikil, at har var ikki nokk til hennara.

 

– Pengarnir passaðu ikki til, sigur formaðurin í listabólkinum

Í sambandi við byggingina av Skúlanum á Fløtum, hevði Tórshavnar kommuna gjørt av, at 2,5 milliónir krónur skuldu nýtast til listprýðing av nýggja skúlanum, ið er 11.600 fermetrar til støddar.

Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi av, at øll listafólk kundu søkja um at verða partur av listprýðingini, og í februar í 2018 varð lýst eftir listafólki.

Freistin at boða frá luttøku var 1. mars sama ár, og 1. mei skuldi listabólkurin hava uppskotini í hendi. Tá freistin var av, vóru 14 uppskot komin inn frá 18 listafólkum.

Innkomnu uppskotini vórðu gjøgnumgingin, og listabólkurin gjørdi av at fara víðari við uppskotunum hjá Hansinu Iversen, Jón Sonna Jensen og Edwardi Fuglø. 8. august í 2018 vóru tey trý á fundi við listabólkin, har tey løgdu fram síni uppskot, viðgjørdu broytingar og gjørdu kostnaðarmetingar.

Í mars mánaði í fjør vóru listafólkini saman við Jákupi Simonsen, formanni í listabólkinum, og øðrum og vitjaðu á skúlanum, sum tey høvdu fingið til uppgávu at listprýða.

 

Keypt út fyri 100.000 krónur

Hansina Iversen var ein teirra, ið hevði fingið til uppgávu at listprýða skúlan, var so smátt farin í holt at fyrireika og leggja sær tíð av til uppgávuna. Tað skuldi kortini vísa seg, at tann fyrireikingin var til einkis, tí í oktober mánaði í fjør fekk Hansina Iversen ein teldupost frá listabólkinum, sum gjørdi greitt, at hon var ikki longur partur av teimum, ið skuldu listprýða skúlan, og at hon fekk 100.000 krónur ístaðin.

– Vit hava øll trý verið bundin at hesari verkætlanini í 2018 og í 2019, og tað skal vera liðugt í 2020. Vit hava verið í gongd, og so brádliga í oktober í 2019 kom ein teldupostur, sum segði, at eg kundi fara út. Tey høvdu prioriterað eina aðra uppgávu, sum kostaði meira, og tey høvdu ikki ráð at hava øll trý við.

– Vit vóru samd um býtið, vit trý, sigur Hansina Iversen um tær 2,5 milliónirnar, ið vóru lagdar av til listprýðingina, men leggur aftrat, at tey vóru ongantíð til nakra samráðing um tað kundi tillagast.

 

Hansina Iversen ásannar, at eingin sáttmáli er undirskrivaður, men vísir á eina munnliga avtalu, umframt at tíðindini um, at tey trý vóru vald, vóru at síggja allastaðni.

– Vit vórðu kallað inn til samtalu hvør sær, og so varð tað líkasum góðtikið. Tað stóð á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, í tíðindaskrivi, á portalunum og ivaleyst eisini í bløðunum.

 

Keðilig viðferð

Umframt mistu inntøkuna heldur Hansina Iversen eisini, at tað er keðiligt, at hon ikki varð kallað inn til fundar at fáa tíðindini, men at hon ístaðin bert fekk ein teldupost.

– Tað er tann ljóti framferðarhátturin, sum er keðiligur. At tú ikki torir at taka fólk inn, at vera ordiligur, og at taka tað í ramasta álvara. Hetta er mín professión. Eg var øgiliga hørm um, at mann ikki var so mikið at sær komin at hitta ein andlit til andlit at siga sum var.

– Tað er sum um, at mann ikki hevur hugsað um, at vit hava eitt arbeiðslív, sum skal leggjast til rættis. Eg rokni ikki við, at ein arkitektur ella ein entrepreneurur hevði funnið seg í hesari viðferðini, sigur Hansina Iversen, sum kortini ger greitt, at hon varð boðin til fundar eina ferð seinni, eftir at hon hevði fingið teldupostin.

Og tað er nógv orka, ið er løgd í verkætlanina, sigur Hansina Iversen.

– Mann hevur verið í gongd, gjørt uppskot, gingið har úti og lagt ætlanir, hugsað um, hvussu tað skal síggja út og so framvegis. Eg havi ikki havt nakran sum helst illgruna um, at eg ikki skuldi gera tað. Eg havi roynt at tillagað meg, og tá onkur støð á skúlanum ikki kundu nýtast, so havi eg funnið okkurt annað. Har eru nógv støð í skúlanum.

– Eg havi lagt hetta árið til rættis eftir, at eg skal vera úti á skúlanum í fýra mánaðir og mála. Eg havi sagt nei til aðrar avtalur og framsýningar, tí eg visti, at hesir mánaðirnir vóru upptiknir av hesari uppgávuni.

 

Játtanin helt ikki

Jákup Simonsen, formaður í listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu, váttar, at Hansina Iversen var ein av teimum trimum, men at hon seinni varð vald frá.

– Tað stutta av tí langa er, at pengarnir passaðu ikki til, sigur Jákup Simonsen og ger greitt, at tað var ein bundin upphædd, ið listabólkurin hevði at arbeiða við, og tá uppskotini komu inn aftur frá teimum trimum listafólkunum, so gjørdist tað ov dýrt, um øll trý uppskotini skuldu gerast.

– Vit vórðu noydd at halda okkum innan ta játtan, sum var, og tí valdu vit at halda fram við hinum báðum, sigur Jákup Simonsen, sum eisini ger greitt, at 500.000 krónur vórðu tiknar av samlaðu upphæddini til listafólkini. Tann peningurin mátti brúkast til verkfrøðingar og arkitektar, tí at okkurt av hinum listauppskotunum vóru so mikið samansett, at neyðugt var verkfrøðiligari ráðgeving.

Samstundis leggur Jákup Simonsen aftrat, at ein av orsøkunum til, at uppskotið hjá Hansinu Iversen varð valt frá, var, at tað uppskotið kundi gerast seinni í allari tilgongdini, meðan hini bæði uppskotini vórðu rættiliga tengt at byggjarínum sjálvum.

Jákup Simonsen ger greitt, at tað er neyðugt at skilja málið sum eina langa tilgongd, sum mennist og broytist so hvørt.

 – Tað er ikki so, at tú kanst fara í gongd beinanvegin. Tíðir útviklast, tú kemur við einum skitsuuppskoti, sum tú skalt arbeiða víðari við. Tað er ein prosess, sum tú skalt ígjøgnum, sigur Jákup Simonsen.

Tá spurdur um mannagongdirnar eru nóg góðar, tá tað vísir seg, at uppgávur, ið listafólk fáa bjóðað, verða tiknar aftur, svarar Jákup Simonsen, at fíggjarstýringin kundi verið betri.

– Tað er tað, at mann skuldi kanska strammað upp við fíggjarstýringini beinanveg. Har skuldi mann verið meira aktivur beinanvegin. Men nú vísir tað seg, at okkurt av listauppskotunum gjørdust nógv dýrari. Alt varð fyrst býtt í trý, og tað er har, at listafólkini skuldu verið frammi beinanveg. So hevði tú eina upphædd, og so høvdu tey býtt tað í trý.

Men vóru tey ikki komin ásamt um tað býtið?

– Men tað heldur ikki. Vit hava ikki gjørt tað fyri stuttleikar at taka ein burturúr. Tað, sum varð valt, fevndi um allar teir pengarnar, sum vit hava, og so máttu vit taka onkran úr, sigur Jákup Simonsen, formaður í listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu, og ger greitt, at talan var um eina fakliga meting, um hvat fór at hóska seg best til bygningin.

Sum skilst eru bæði Myndlist og Listasamband Føroya komin upp í málið.