Tað skal ikki longur kosta fleiri túsund krónur at sleppa til skips

Vanligir fiskimenn eru teir einastu, sum mugu gjalda fyri sína útbúgving og tað vil Fólkaflokkurin nú hava broytt. Tí halda tey, at tá ið ungfólk fara til skips skal tað verða ókeypis hjá teimum at fáa trygdarskeið og nú hevir Fólkaflokkurin eisini lagt uppskot fyri Løgtingið at fáa hetta broytt.

 

– Vit rósa okkum ofta av, at í okkara landi er tað ókeypis at fáa sær eina útbúgving. Hjá einum næmingi á Glasi, er skúlagondin ókeypis, umframt at næmingurin eisini fær lestrarstuðul. Fer næmingurin síðania á Fróðskaparsetrið, er tað sama galdandi.

 

– Ein, sum fer á Vinnuháskúlan at lesa til skipsførara ella maskinmeistara, fær eisini skúlagongdina ókeypis, umframt at fáa lestrarstuðul alla skúlatíðina.

 

– Men vilja ungdómar til skips, er tað krav at tey fara á trygdarskeið. Øll, sum sigla við skipum, skulu á skúlabonk at læra um trygd, áðrenn tey sleppa at mynstra. Men tá ið tey eru liðug, fáa tey eina rokning upp á 6.500 krónur fyri trygdarskeiðið, sum myndugleikarnir krevja-

 

Fólkaflokkurin spyr, hví sjófólk skulu verða tey einastu, sum skulu rinda fyri skúlagongdina, og tað halda tey er órímiligt, og tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at trygdarskeiðið skal vera ókeypis.

 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vísir eisini á, at summir fólkaskúlar bjóða næmingunum ókeypis, ella partvíst ókeypis, trygdarskeið. Men spurningurin er, um ikki allir skúlar skuldu verið álagdir at bjóða næmingunum ókeypis trygdarskeið, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at tað er mangan trupult hjá fiskiskipum at fáa manning. Hann heldur, at kravið um at tey sum vilja til skips, skulu rinda 6.500 fyri eitt trygdarskeið, er ein partur trupulleikanum.

 

Hann ásannar, at hetta verður ein útreiðsla fyri Landskassan, men hann heldur, at ein partur av tilfeingisgjaldinum kann brúkast til endamálið.

 

Eisini eitt annað uppskot er í Løgtinginum um at gera tað lættari at fara til skips. Les meiri her: Tað skal verða lættari og bíligari at sleppa til skips