Tað fer at regna um vikuskiftið

Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið sambært Veðurstovu Føroya:

Fríggjadagur

 

Veksandi vindur fyrrapartin eystan úr einum lítlum loti, minni enn 5 m/s, upp í frískt til frískan vind, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk í vindi, 13 m/s, samdrigið og sum frtálíður regn. Um kvøldið hækkar hann upp í landnyrðing og veksur vindin upp í hvassan vind, 15 m/s. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Leygardagur

 

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og regn. Hitin millum 6 og 10 stig.  

 

Sunnudagur

 

Hvassur vindur upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Um náttina veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Hitin millum 5 og 9 stig.