Tað verður eingin uppflyting hjá Hera og liðfeløgunum

Strømmen kann ikki longur røkka øðrum plássinum í triðbestu norsku fótbóltsdeildini

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen í triðbestu norsku fótbóltsdeildini mugu taka enn eitt ár í triðbestu deildini.

 

Fyrr í dag tapti Strømmen 1-2 fyri Follo á útivølli. Heri slapp á vøllin seinasta lítla korterið.

 

Nú bert tvey umfør eru eftir í bólki 2 í triðbestu deildini er Strømmen nummar sjey við 40 stigum. Níggju stig eru upp til Skeid Oslo á øðrum plássinum, og tí fór tann seinasti matematiski møguleikin hjá Strømmen at røkka øðrum plássinum við 1-2 tapinum í dag.

 

Leygardagin 19. oktober spælir Strømmen seinasta heimadystin hetta kappingarárið. Dysturin verður móti Ullsaker/Kisa.