Tað verður einki hús Millum Vatna á Eiði

Hetta samtykti nývalda bygdaráðið á Eiði á sínum fyrsta almenna fundi í gjárkvøldið

Seinasta dag í 2024 og seinasta dag hjá undanfarna bygdaráði í Eiðis kommunu varð sáttmáli undirskrivaður við Sp/f Búð um bygging av húsinum Millum Vatna á Eiði.

 

Ætlanin var, at á økinum norðanfyri fótbóltsvøllin, tætt við dagstovnin Korndalsgarð og Hólmahúsið, soleiðis sum viðhefta mynd her omanfyri vísir, var ætlanin at byggja ein nýggjan og nútímans bygning.

 

- Húsið fer at avloysa núverandi Eiðisstovu, frítíðarskúla og ungdómshús. Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Tað verður hitað við grønari orkuskipan, varð sagt í Eiðis kommunu um verkætlanina.

 

Lagt varð aftrat, at nýggi bygningurin verður ein nýggjur miðdepil fyri samveru og fjølbroyttum frítíðarvirksemi í kommununi. Húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru verða við til at skapa og menna felagsskapin.

 

Men, eftir fyrsta almenna fundin í nývalda bygdaráðnum í Eiðis kommunu seint í gjár er greitt, at henda verkætlan verður av ongum. Nývalda bygdaráðið samtykti við fýra atkvøðum fyri og tveimum blonkum at steðga verkætlanini.

 

Sambært nývalda borgarstjóranum í Eiðis kommunu, Jógvani í Skorini, kann verkætlanin ikki setast í gongd - í fyrsta lagi tí, at byggisamtytin fyri økið er ikki broytt, og tískil er byggingin eisini ólóglig. 

 

In.fo fer at venda aftur til málið um ætlaða húsið Millum Vatna á Eiði.