Taktisk venjing á Tórsvølli

Manslandsliðið: Håkan Ericson hevði tendrað fyri hátalarunum á Tórsvølli í gjár

Í gjár hevði manslandsliðið fyrstu venjingina í samband við EM-undankappingardystin móti Moldova 24. mars, og venjingarlandsdystin móti Norðurmakedónia 27.mars.

 

Venjingin var merkt av taktikki. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevði mikrofon og tað hoyrdist um allan Tórsvøll hvat landsliðsvenjari segði. Hetta gjørdi at ongin á vøllinum var í iva um, hvat landsliðsvenjari segði og vildi hava teir at gera. Tað kann verða ein trupulleiki á einum stóru vølli og serliga í ringum veðrið.

 

At síggja til bleiv stórur dentur lagdur á pressspælið, sum sær út at blíva við tveimum áleyparum. Tað er ikki ólíkt tí, sum vit gjørdu seinast móti Moldova. Síðani blivu fleiri partar av spælinum gjøgnumgingnir.

 

Venjingin endaði við einum dysti á hálvum vølli. Tað plagar at verða saft og kraft í teimum dystunum. Soleiðis var eisini í gjár, men tað sást eisini at talan er um fyrstu venjingina og spælarar skulu líka venja seg við landsliðsfótbólt aftur.

 

Stóra søgan til landsliðstúrin hesa ferð er, at Mattias Heðinsson Lamhauge sær út til at fáa sín fyrsta kappingardyst fyri manslandsliðið. Gunnar Nielsen er í bíðistøðu og spælir fyribils ikki fótbólt, meðan Teitur M. Gestsson hevur givið avboð, eftir at hann bleiv pápi fyri fjórðu ferð um vikuskiftið.

 

Mattias H. Lamhauge hevur spælt tveir A-landsdyst. Tað var móti Liktenstein á venjingarleguni í Spania í fjør, og móti Kosovo í novembur í fjør. Landsliðið venur aftur á døgurða í dag.

 

##ms##