Tass: Ukrainsk drona elvt til spreinging í Russlandi

Sagt verður, at spreingingin fór fram í miðbýnum í Kirejevsk, umleið 220 kilometrar úr russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

Reuters endurgevur russisku tíðindastovuna Tass fyri at siga, at ein drona í dag var orsøkin til eina spreinging í russiska býnum, Kirejevsk.

 

Ein ónavngivin kelda innan russisku løgregluna og ein maður innan sjúkraflutningstænstuna eru keldurnar hjá russisku tíðindastovuni, sum Reuters endurgevur.

 

Keldurnar, sum Tass endurgevur, siga, at talan var um eina ukrainska dronu av slagnum TU-141, og dronan var lødd við spreingievni.

 

Sagt verður, at spreingingin fór fram í miðbýnum í Kirejevsk, umleið 220 kilometrar úr russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

Tíðindastovan Tass sigur, at trý fólk fingu skaða í spreingingini, sum eisini gjørdi skaða á bygningar.

 

Russland hevur áður sagt, at ukrainskar dronur hava flogið í russiskum loftrúmi, har tær hava gjørt skaða á undirstøðukervið.

 

Men, ukrainskir myndugleikar vísa hesum uppáhaldum aftur.

 

Myndugleikarnir í Ukraina hava ikki gjørt viðmerkingar til spreingingina, sum var í russiska býnum stutt eftir klokkan 15 lokala tíð í dag.