TB svaraði tvær ferðir aftur í eykatíðini

1. DEILD: Oyggjauppgerðin í Trongisvági endaði jøvn, eftir at FC Suðuroy var frammanfyri 2-0, tá ið vanliga leiktíðin var farin

John Villi Wøldike Leo flutti undan jólum aftur til FC Suðuroy eftir í fleiri ár at hava umboðað TB. Í dag legði hann FC Suðuroy á odda 1-0 í grannauppgerðini, sum endaði 2-2

Mikudagin varpaði TB á Vágseiði FC Suðuroy úr kappingini um løgmanssteypið. Í kvøld var FC Suðuroy gestur við Stórá í Trongisvági, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, bendi alt á, at FC Suðuroy av álvara fór at siga takk fyri seinast, tí tá var FC Suðuroy frammanfyri 2-0.

 

Men tríggjar minuttir seinni vendi alt øðrvísi. 41 ára gamli veteranurin Ndende Adama Guéye var millum teir fyrstu ellivu hjá TB, og hann minkaði um munin til 2-1 í 91. minutti, og tveir minuttir seinni var tað Torkil Úlvur Jespersen Holm, sum javnaði til 2-2.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, sást tað væl, at tað var TB, sum hevði vunnið eitt stig, og at tað var FC Suðuroy, sum hevði tapt tvey stig.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur.

 

Frá 2019 til 2023 umboðaði John Villi Wøldike Leo TB. Fótbóltsuppalingin var á Vágseiði, og stutt undan jólum varð boðað frá, at nú fór John Villi aftur at spæla við FC Suðuroy, sum var flutt upp úr 2. deild og í 1. deild.

 

Í dag var fyrsta grannauppgerðin í landskappingini síðani uppflytingina ímóti TB, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, og tað var John Villi Wøldike Leo, sum stórar tíggju minuttir eftir steðgin legði FC Suðuroy á odda. Ein annar fyrrverandi TB spælari, Salmundur Bech, sum eisini vaks upp á Vágseiði, og nú er aftur í FC Suðuroy, økti um leiðsluna til 2-0. Tað var 12 minuttir undan leikloki, og tá bendi alt á, at TB fór at tapa, men so var tað, at heimaliðið í Trongisvági í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði tvey mál og úrslitið varð 2-2.

 

FC Suðuroy er á triðja plássi við 11 stigum fyri seks dystir.

 

TB er á sjeynda plássi við átta stigum.

 

Í áttanda umfarifær FC Suðuroy vitjan av HB, og TB fer at spæla í Gundadali ímóti B36.

 

John Villi Wøldike Leo flutti undan jólum aftur til FC Suðuroy eftir í fleiri ár at hava umboðað TB. Í dag legði hann FC Suðuroy á odda 1-0 í grannauppgerðini, sum endaði 2-2