Á túrinum vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku.
Skráin er henda:
Kl. 10.30-11.15: á Helnabrekku í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna er vertur.
Kl. 11.20-11.35: Klaksvíkar sjúkrahús
Kl. 12.20-12.35: Eystur kommuna í Norðragøtu
Kl. 13.15-13.30: Bakkafrost á Glyvrum
Kl. 13.35-14.00: Betri í Saltangará
Kl. 14.10-14.40: Nes kommuna, Toftir
Kl. 15.00-15.25: Sjóvar kommuna, Strendur
Kl. 16.50-17.20: Margáir, Streymnes. Sunda kommuna er vertur.
Kl. 19.20-20.15: Perlutorgið, Havn. Tórshavnar kommuna er vertur.
Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá og ynskja góðan túr.
Tá ið prologurin er liðugur, gera súkklararnir og tænastutoymini klárt til at fara av landinum. Fríggjanáttina fer Team Rynkeby Føroyar við Norrønu til Hirtshals. Tey súkkla úr Hirtshals til Aalborg leygardagin og verða síðan koyrd til Niebúll í Norðurtýsklandi, hiðani tey byrja at súkkla sunnumorgunin. Á ferðini súkkla tey fýra dagar í Týsklandi, fara líka at venda í Hollandi, eru ein dag í Belgia og tríggjar dagar Fraklandi. Ferðin er 1250 kilometrar.
Á fyrsta sinni hevur Team Rynkeby Føroyar eitt fjallalið: Team Rynkeby Sornfelli. Liðið flýgur við Atlantic Airways til Danmarkar fríggjamorgunin og síðan víðari til Genevé og koyra til Brides-les-Bains. Hópurin fer at súkkla í fronsku alpunum í tríggjar dagar, áðrenn tey súkkla norður til París. Hesa vikuna súkkla tey 945 kilometrar.
Fríggjakvøldið 5. juli hittast føroysku liðini í Melun, sum er eitt sindur sunnan fyri París. Liðini fylgjast og súkkla sum ein hópur til París leygardagin 6. juli, tá ið ferðin endar.
Hetta er 11. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. Undirtøkan fyri at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini hjá Team Rynkeby er vaksin á hvørjum ári. Fyrsta árið vóru umleið 30 súkklarar og hjálparfólk, sum fóru avstað. Í ár eru knapt 100 fólk - 74 súkklarar og 21 hjálparfólk - á tilsamans trimum liðum, Team Rynkeby Føroyar og Team Rynkeby Sornfelli, sum fara avstað. Tveir føroyingar fara eisini at súkkla við altjóða liðnum, sum byrjar túrin í Barcelona.