Teir gloymdu fyritíðarpensjonistarnir

Sitandi samgonga hevur ikki tikið fyritíðarpensjonistarnar uppá tunguna hesi góð 3 árini, ið tey hava sitið, og enn minni veitt teimum ábøtir.

 

Undanfarna samgonga gjørdi grundarupphæddina hjá fyritíðarpensjonistum skattafría í 2018 eftir at fyritíðarpensjónin hevði staðið í stað síðan 2009. Hetta gav fyritíðarpensjonistunum eina hækking í pensjónini á millum 800-1200 kr um mánaðin, alt eftir skattaprosentinum, ið teirra kommunu. Vit samtyktu eisini, at frameftir skuldu pensjónirnar javnast. Hetta var ein bati, men ikki nokk.

 

 

 

Hækka fyritíðarpensjónina og gera gerandisdagin lættari

 

Ein stakur fyritíðarpensjonistur, ið fær miðal fyritíðarpensjón, fær 12.338 kr um mánaðin og hetta er bert partvíst skattafrítt.

 

Umframt, at fyritíðarpensjónin er afturútsigld, so merkja vit øll ógvusligu príshækkingina á olju og á gerandisvørum. Hesar hækkingar gera tað sera trupult, og í summum førðum ógjørligt hjá fyritíðarpensjonistum at fáa gerandisdagin at hanga saman.

 

Hetta vil Javnaðarflokkurin gera nakað við.

 

Vit vilja hækka viðbótina, og vit vilja gera tað møguligt at  søkja um fíggjarligt ískoyti, nú vit eru rakt av ógvusligum príshækkingum.  Ískoyti á 1000 kr, um mánaðin skal halda fram so leingi, sum prísirnir halda fram at hækka, og ikki verða tengt at um ein hevur oljuútreiðslur.

 

Fyri at gera gerandisdagin lættari vilja vit eisini lækka  MVG á gerandisvørum sum mjólk, breyði, frukt og grønmeti.

 

Haraftrat ætlar Javnaðarflokkurin at geva skattalætta til lág- og miðallønt. Sum partur av skattalættanum verður ein hægri barnafrádráttur, sum fyrst og fremst skal markast til familjur við miðal og lægri inntøkum.

 

 

 

Eyðgunn Samuelsen,

 

valevni Javnaðarflokkurin