Teir ókendu geva seg til kennar

”Ókendir” eru eitt nýtt føroyskt hip-hop kollektiv við rapparum, sangarum, ljóðførisleikarum, framleiðarum og øðrum, sum hava sligið høvdini saman um eina tónleika-sameining. Vit hitta teir til eitt prát um teirra tónleik

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Grein, sum stóð í Sosialinum 20. september: 

 

Hip-hop kollektivið Ókendir var eitt av teimum nøvnunum, sum av álvara tók fólk á bóli til tónleikakappingina Sement í apríl í ár. Ókendir, sum vóru fyrsta navnið á pallinum í fyrsta umfari í árligu tónleikakappingini, endaðu við at koma viðari í finaluna og vóru av ummælarum millum annað lýstir sum ”eitt frískt lot á føroyska tónleikapallinum”.

 

Teir ungu mennirnir í Ókendum hava síðan Sement givið út tvey stakløg og eru harumframt kunngjørdir á skránni hjá nýggja festivalinum Skrapt, sum verður hildin í miðbýnum í Havn í heyst, og skulu spæla á Heystfest í Høllini á Hálsi tann 12. oktober.

 

Ikki ein bólkur, men eitt kollektiv

 

Á hvørjum ári sum tónleikakappingin Sement verður hildin í Reinsarínum í Havn, tykist tað sum, at í øllum førum eitt ókent navn meldar seg til og spælir seg sannførandi víðari í finaluna. Í ár var heldur einki undantak, tí fleiri heilt ókend nøvn trinu á pallin við sera gjøgnumførdum framførslum.

 

Eina navnið, ið var øðrvísi enn hini, skaraði burturúr, tí teir kallaðu seg hvørki fyri bólk ella einstakling. Teir eita ”Ókendir” og eru eitt hip-hop kollektiv við fleiri rapparum, sangarum, ljóðførisleikarum, framleiðarum og øðrum, sum hava sligið høvdini saman um eina tónleika-sameining. 

 

Inni í stovuni hjá Brandi Matras, tónleikaframleiðara og tónleikara, sita sjey ungir menn, ið eru nakrir av teimum í hip-hop kollektivinum. Teir sjey eru Brandur Matras, Jákup Tórgarð, Marius Dam Christophersen, Teitur Dánialsson Tauser, Jónas Langgaard, Heini Holm Johannesen, Gunnar Svarta og Trygvi Rasmussen.

 

Hóast teir hendan dagin eru sjey, eru teir ikki fullmannaðir, meðan eg havi samrøðu við teir. Tað er sambært teimum tó ikki eitt krav fyri, at kollektivið kann gera tónleik ella gera samrøður við journalistar.

 

##med2##

 

Kunnu ikki setast í ein kassa

 

Munurin á Ókendum og øðrum, sum vit kenna í heldur lítla, men vaksandi, hip-hop umhvørvinum í Føroyum, er, at Ókendir standa ikki bert av rapparum og sangarum, men eisini fleiri ljóðførisleikarum og framleiðarum og øðrum haraftrat.

 

- Vit skilja okkum út fra øðrum rapparum og bólkum, við at vit eru framleiðarar, rapparar, sangarar og tónleikarar, og so hava vit hvønn annan at fáa íblástur frá, sigur Heini Holm Johannesen, sum eins og Brandur virkar sum framleiðari í kollektivinum. Hann leggur aftrat, at hinir í kollektivinum ofta senda ymiskt til hann, sum teir hava arbeitt uppá, so hann kann byggja víðari uppá tað.

 

Marius er eisini kendur á føroyska tónleikapallinum sum Marius DC, og hann er ein av limunum í Ókendum.

 

- Eitt kollektiv merkir bara ein samling. Vit eru ikki ein bólkur sum so, tí hvør einasti limur noyðist ikki at vera á hvørjum sangi, og hvør einasti limur noyðist ikki at vera við á pallinum, fyri at tað skal kunna vera ein konsert hjá Ókendum, sigur hann.

 

##med3##

 

Sambært Brandi eru Ókendir áleið 14 mans, tá tú telur allar limirnar við, har nakrir teirra eru búsitandi í Danmark. Tá so nógv fólk arbeiða við tónleiki saman, verður tað sera ringt at seta tónleikin undir eina ávísa tónleikagrein. Limirnir í Ókendum kunnu heldur ikki sjálvir lýsa teirra tónleik heilt einfalt og siga seg ikki vilja binda seg til nakra tónleikagrein. Heilt einfalt kallar Brandur tónleikin undirgrunds hip-hop, men har nakrir sangir eru popputari enn aðrir.

 

– Alt er nokk so blandað, men fyri tað mesta er hip-hop í øllum, sum vit gera, leggur Brandur aftrat.

 

– Allir hava øgiliga ymsikar bakgrundir, sigur Marius. 

 

– Tey flestu kenna meg fyri mín hip-hop tónleik, og í Ókendum komi eg oftast við rappi. Jónas arbeiðir í løtuni við alternativum R&B tónleiki, men hevur eisini eina ekstremt sterka elektroniska bakgrund, sigur hann og leggur aftrat:

 

– Allar teir veikleikarnar, ein hevur, kunnu hinir limirnir hjálpa einum við. Tað er tað góða við hesum kollektivinum

 

Marius sigur eisini, at av tí at teir hvør í sær lurta eftir so ólíkum tónleiki, verða allir sangirnir heilt ymiskir. Hann sigur, at hann helst lurtar eftir onkrum, sum hinir halda ljóðar ”pillbýtt”, men at teir kortini gera tónleik, sum minna um tað slagið av tónleiki.

 

##med4##

 

Fáa íblástur úr USA

 

Sambært Ókendum er bara tað at vera eitt kollektiv nakað, sum lýsir tónleikin hjá Ókendum sera væl. Eitt annað hip hop-kollektiv, sum hevur givið íblástur til Ókendir er amerikanska Dreamville. Dreamville er eitt hip hop-kollektiv og plátufelag stovnað av millum annað kenda amerikanska rapparanum J. Cole.

 

– Vit fáa íblástur frá Dreamville, har nógvir tónleikarar samlast í studio at gera tónleik. Tað er ræðuliga kul, at mann ikki hevur eina ætlan, men bara fer í studio, sigur Brandur Matras, meðan allir hinir svara játtandi.

 

– Tað er eitt gott boð, svarar Marius. 

 

 Eg hugsi eisini Brockhampton, har allir fluttu inn í eitt hús og gjørdu tónleik saman alla tíðina. Tað er eitt sindur tí frymlinum vit fylgja, tá vit leiga Airbnb íbúðir og gera tónleik. Vit sita og hugna okkum og gera tónleik. Okkara bestu sangir eru komnir úr tí, leggur Marius aftrat. 

 

Ókendir leiga onkuntíð íbúðir ella hús ymsastaðni í Føroyum í eitt vikuskifti, har teir sita og skriva og spæla inn tónleik. Harumframt skal nevnast, at tað oftast er í innspælingarhølunum, at sangir teirra vera gjørdir, sambært Ókendum.

 

– Tú situr og merkir eftir, meðan onkur annar syngur ella spælir, og so skrivar tú bara tað, sum tú kemur í tankar um, sigur Gunnar. Marius leggur aftrat, at ”onkuntíð koyrir tað bara”, og til aðrar tíðir kann taka langa tíð, til mann er nøgdur. Harafturat sigur Brandur, at teir eisini kunnu finna uppá at geva orðini, sum ein sjálvur hevur skrivað, til ein annan, um mann ikki megnar at gerast nøgdur. Harvið verða fleiri sangir skrivaðir, meðan teir eru í innspælingarhølinum, um tað so er í einari Airbnb íbúð á eitt nú Norðasta Horni, heima hjá Jónasi ella Brandi ella í einum av hølunum hjá Fróðskaparsetrinum ella Musikkskúlanum.

 

##med5##

 

Gera tónleik, sum teir elska

 

Síðan Sement 2024 hava Ókendir givið tvey stakløg út. Hesi stakløgini skulu eftir ætlan verða við í einari longri heildarútgávu, sum teir arbeiða við, sigur Brandur.

 

Teir vóna og væntað, at fólk fara at dáma tónleikin hjá teimum, men tað, sum er mest umráðandi fyri Ókendir er at gera tónleik, sum teimum dáma.

 

– Tað hevði verið feitt, um Ókendir blivu stórir, men tað týdningarmesta fyri okkum er at gera tónleik, sum vit elska. Um fólk dyrka tað, so er tað fantastiskt, men eg vil heldur gera tónleik, sum eg elski, enn at blíva kendur

 

Umframt at vera í gongd við eina spennandi heildarútgávu, hava Ókendir nakrar konsertir fyri framman í heyst millum annað á Heystfest, sum verður hildin í Høllini á Hálsi tann 12 oktober, og á festivalinum Skrapt, sum verður hildin frá 18. til og við 20. oktober.

 

2024 vísir seg at vera árið, har Ókendir av álvara trína á føroyska tónleikapallin, og so má tíðin vísa, hvussu sjáldsama samanrenningin fer at ávirka hip-hop-umhvørvið í Føroyum frameftir.

 

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré