Thisted er nú bert eitt stig frá bjargingini

Daniel Johansen, Heini Fossdalsá og liðfelagarnir í Thisted vunnu ein sera týðandi sigur í dag

Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá dystarbyrjan, tá Thisted spældi dyst í triðbestu donsku fótbóltsdeildini á útivølli móti gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager.

 

Tað eydnaðist Thisted við einum sigursmáli norski miðvallarin, Oliver Thomassen skoraði í 32. minutti at vinna ein sera týðandi sigur.

 

John Frederiksen var á vøllinum fyri Thisted teir seinastu 15 minuttirnar av dystinum. 

 

Thisted er nú bert eitt stig undir niðurflytingarstrikuni.

 

FA 2000 og HIK, ið eru røttumegin niðurflytingarstrikuna hava 28 stig hvør. Thisted er næstaftast við 27 stigum og Brabrand er aftast við 26 stigum.

 

Sunnudagin 2. juni klokkan 13 kann Thisted lyfta seg uppum niðurflytingarstrikuna. Tá kemur FA 2000 á vitjan í Thisted.

 

8. juni er aftur lagnudystur hjá Thisted. Tá møta teir Brabrand á heimavølli.