Tobbi hevur altíð koyrt Volvo

- Nú nærkast støðan, har flotin skal endurnýggjast, og tað verður við rættilga stórari vissu ein el-bilur, sigur Tórbjørn Jacobsen

 

Mynd: KvF

Hvat bilmerki koyrir tú? 

- Síðan eg keypti bil á fyrsta sinni, havi eg koyrt í bilum av slagnum Volvo. Núverandi bilur er rættiliga gamal, væl oman fyri 10 ár. Tí nærkast støðan, har flotin skal endurnýggjast. 

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil? 

- Diesel.   

 

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Tað verður hann við rættiliga stórari vissu. Neyðugt er at elta hugburðin um at flyta seg frá fossilari orku til ravmagnsorku, grøna og burðardygga orku.

Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. 

Men, hvørjar tankar hevur hann so um el-bilar? 

- Mekaniskt havi eg einki skil fyri hesum, men onkur, ið stendur mær nær, hevur longu ognað sær ein el-bil, og royndirnar eru heilt góðar. 

 

Tórbjørn heldur, at tað sjálvandi er ein trupulleiki – ella avbjóðing, um tú vilt - at Føroyar ikki eru nóg mikið elektrifiseraðar enn.

 

- Tað er helst soleiðis onkuntíð, at fleiri, sum halda seg koyra við ravmagnsbilum umvegis ravløður, í veruleikanum koyra við fossilari orku frá Sundsverkinum. 

Borgarstjórin heldur tað vera alneyðugt, at vit øll í felag virka fyri totalu elektrifiseringini, sum hann tekur til. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinast var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.

 

Mynd: KvF