Tóku synd í køldum politistum í Kollafirði

Hetta var fitt, sigur politiið

 

 

Tvey krúss av heitum kaffi, og tvey kremegg á takinum á politibilinum við rundkoyringina í Kollafirði í gjár

Í gjár var Kollfjarðartunnilin stongdur eina løtu tí tað var so nógv gass í honum og tí var ikki ráðiligt at koyra ígjøgnum hann.

 

Í hesum sambandi gjørdu politiið og Landsverk av at stongja tunnilin, meðan arbeitt var upp á trupulleikan.

 

Úti í kuldanum við rundkoyringina í Kollafirði stóðu tveir politistar og vegleiddu ferðsluna.

 

Merkt av naglakulda og køld um nasarnar greiddu tey fryntliga teimum nógvu bilførarunum frá, at tunnilin var stongdur og at koyrast mátti eftir Oyggjarvegnum, sigur politiið á Facebook

 

Í einum av mongu bilunum sótu maður og kona. Sum øll onnur blivu tey eisini vegleidd um trupulleikan í tunlinum og vendu við.

 

Men eina løtu seinni kom sami bilur aftur og steðgaði. Politistarnir undraðu seg yvir, um parið mundi hava misskilt okkurt, tí tunnilin var jú enn stongdur.

 

– Annar politisturin fór til føraran, sum rullaði rútin niður, skrivar politii.

 

– Politisturin bukkaði seg niður og skuldi akkurát siga nøkur formanandi orð við føraran, tá tvey kaffikrúss og tvey kremegg komu til sjóndar.

 

– Og áðrenn politisturin fekk orðið upp, blivu krússini og kremeggini stungin honum í hendurnar.

 

– Politisturin stóð sum kánus. Tað vísti seg tó, at tá ið parið í bilinum bleiv steðgað fyrstu ferð, hildu tey, at politistarnir sóu so kaldir út.

 

– Tí høvdu tey verið og keypt politistunum ein kaffimunn og sjokolátu afturvið. Fitt, skrivar politiið.

 

Tvey krúss av heitum kaffi, og tvey kremegg á takinum á politibilinum við rundkoyringina í Kollafirði í gjár