Tónleikarar úr Týsklandi, USA, Bretlandi og norðurlondum vitja Endurljóð

Altjóða kamartónleikastevnan ENDURLJÓÐ verður hildin á øðrum sinni dagarnar 5. til 12. mai.

Tíðindaskriv:

Umframt føroyska luttøku fær stevnan vitjan av tónleikarum úr Týsklandi, USA, Bretlandi og norðurlondum.

Millum heilt kendu nøvnini finna vit guitarleikaran Dimitri Illarionov, ið hevur vunnið allar tær stóru guitarkappingarnar í Evropa og USA, og framúrskarandi selloleikaran Boris Andrianov, ið hevur vitjað oyggjarnar fyrr. Eisini fær Endurljóð vitjan av nógv umtalaða og rósta klaverleikaranum Víkingi Ólafssyni, ið fyri kortum spældi heilar fimm konsertir í operahúsinum í Sydney. Víkingur hevur seinastu árini verið ein tann bjartasta stjørnan á klassiska himmalhválvinum. Eftir konsertina, sum hann hevði í London seinasta heyst, vóru yvirskriftirnar hjá ummælarum til dømis “Simply miracolous” og “Magic”.

Á einari konsert fara føroyskir tónleikarar at spæla ta stórfingnu oktettina eftir Schubert saman við tónleikarum úr London Symphony Orchestra.

Útlit eru sostatt til nøkur rimmarupplivilisi.

Fyriskipararnir fegnast um, at nakrir av tónleikarunum harafturat hava játtað at arbeiða við næmingum á musikkskúlamiðnámi við sonevndari masterclass frálæru.

Ta vikuna stevnan er, verður eisini ein framsýning við pengaseðlum úr øllum heiminum. Allir seðlarnir hava myndaevni úr tónleiki.

Til ber at kunna seg nærri um tiltøkini á heimasíðuni endurljod.fo. Har eru eisini leinkjur til atgongumerkjasølu.