Toyota er mest seldi bilur í ár

Ársins mest seldi bilur í Føroyum í fjør, Toyota, er eisini ársins mest seldi bilur í ár.

 

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni.

Toyota hevur selt 41 nýggjar bilar í ár og er harvið mest selda bilmerki. Tað er beint framman fyri Hyundai, sum hevur selt 40 bilar. Hyundai er eisini mest seldi bilur í februar, tá seldir eru 18 Hyundai bilar.

Ford er á triðja plássið við 30 bilum.

Her er topp-10 listin við mest seldu bilum í ár:

TOYOTA 41 

HYUNDAI 40 

FORD 30 

VOLKSWAGEN 24 

KIA 23 

VOLVO 19 

RENAULT 18 

MERCEDES-BENZ 15 

CITROEN 14 

AUDI 9 

    

Her er topp-10 listin yvir mest seldu bilar í februar:

HYUNDAI 18 

TOYOTA 16 

VOLVO 16 

KIA 11 

MERCEDES-BENZ 10 

VOLKSWAGEN 10 

RENAULT 8 

CITROEN 5 

AUDI 4 

FORD 4