Tríggir bilførarar fingu bót og klipp fyri at tosa í telefon

Tað gongur ikki dagur, at løgreglan ikki tekur fólk fyri at tosa í telefon, meðan tey koyra bil

Gorm Kallestad/NTB/Ritzau Scanpix

Og so var eisini í gjár, tá trý fólk í Havn vórðu tikin fyri at tosa í handhildnari fartelefon, meðan tey koyrdu bil. Tað gevur eina bót upp á 1.500 krónur og klipp í koyrikortið.

Í gjár varð boðað frá royki úr Plantasjuni í Havn. Tað vísti seg at vera eitt pinkalítið bál, sum onkur hevði kynt. Tað varð sløkt alt fyri eitt. 

Í nátt kom fráboðan um, at eldur sást á bryggjuni á Eiði. Tað vísti seg, at eldur var í timburtilfari, sum lá við eina bingju. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og sløkti eldin.

 

 

Gorm Kallestad/NTB/Ritzau Scanpix