Tróndur Patursson 80

MYND: STEINPRENT

Í dag fyllir listamaðurin Tróndur Patursson 80 ár. Sjálvt um hansara listaliga lívsavrik er so stórt og rúgvusmikið, at hann saktans kundi loyvt sær at hvílt á laurberunum, hendir tað valla, tí Tróndur framvegis er ein sjáldsama arbeiðssamur og virkin maður. Hann er altíð í gongd við verkætlanum - beint í skrivandi stund hevur hann framsýning í Listaskálanum saman við soninum, Brandi. Umframt at skapa hópin av málningum, standmyndum og glaslist, hevur Tróndur Patursson siglt saman við Tim Severin, ið frá 1976 endurskapaði ymiskar søguligar sjóferðir, Brendan Voyage, Sindbad Voyage m.a. og hesar ferðir hava havt avgerandi týdning fyri listamannin.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen grein um listamannin á 80 ára degnum á listaportal.com.

 

Øll greinin sæst her: Tróndur Patursson 80 — Listaportal 

 

MYND: STEINPRENT