Amerikanski forsetin, Donald Trump, roynir at fáa eina avtalu um vápnahvíld í Ukraina á komandi fundinum við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Og øll mál um øki skulu umrøðast við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky við samráðingarborðið.
Tað segði Trump á netfundi við evropeiskar ríkis- og stjórnarleiðarar seinnapartin í dag, segði franski forsetin, Emmanuel Macron, eftir fundin, sambært Reuters.
Trump hevur áður sagt, at talan verður um at býta landaøki millum Ukraina og Russland í eini møguligari framtíðar friðaravtalu.
Men Zelensky hevur fleiri ferðir avsannað, at Ukraina fer at lata Russlandi jørð.
Fundurin millum Putin og Trump verður fríggjadagin. Hann verður hildin í amerikanska statinum Alaska.
Zelensky kemur ikki á fundin.
/Ritzau/