Trump vil hava ræði og ognarrætt til Grønland

Tað er alneyðugt fyri trjóðartrygdina í USA og frælsi í heiminum

Tað sigur komandi amerikanski forsetin í sambandi við, at hann hevur útnevnt 49 ára gamla íverksetaran og medstovnari av PayPal, Ken Howery, sum nýggjan sendiharra í Danmark. Tað skrivar Donald Trump á sosiala miðlinum sínum Truth Social. Ken Howery var sendiharri í Svøríki seinast Donald Trump var forseti.

 

Umframt at ynskja Howery tillukku við nýggja starvinum sum amerikanskur sendiharri í Danmark og leggja dent á, at førleikarnir hjá Howery verða viðkomandi við nýggja sendiharrastarvinum, endar hann fráboðanina við at nevna Grønland:

– Við atliti at tjóðartrygdini hjá USA og frælsi í heiminum følir USA, at ognarskapur og ræði á Grønlandi er ein avgjørt treyt, skrivar Donald Trump.