Trump vil kjakst við Kamala Harris

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, sigur seg vera til reiðar at kjakast um Kamala Harris, varaforseta, og er eisini sinnaður at hava meira enn eitt kjak.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Eftir at Joe Biden, forseti, um vikuskiftið tók seg aftur sum forsetavalevni til forsetavalið í november, hevur Harris skjótt fingið breiða undirtøku í Demokratiska flokkinum, sum tó ikki offisielt hevur tilnevnt hana sum valevni hjá flokkinum.