Trump vunnið týdningarmikið rættarmál

– forsetin varð ákærdur fyri at misrøkja loynilig skjøl

Rættarmálið móti fyrrverandi amerikanska forestanum, Donald Trump, um m.a. misrøkt av loyniligum skjølum, er fyribils avgreitt. Málið kemur ikki fyri rættin, og hetta eru góð tíðindi fyri Donald Trump. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar.

 

Í juni í fjør varð ákæra reist móti Trump um m.a. misrøkt av loyniligum skjølum, sum hann skuldi havt tikið við sær úr Hvítu húsunum, tá hann fór frá sum foresti í 2021. Fólk úr samveldisløgregluni, FBI, gjørdu í august 2022 húsarannsókn í Mar-a-Lago – bústaðin hjá Trump í Florida – har tey funnu fleiri kassar við loyniligum skjølum, ið Trump ikki hevði heimild til at taka við sær, tá hann fór frá sum forseti.

 

Men amerikanska stjórnin hevði onga heimild til at útnevna serliga ákæran, sum hevur staðið fyri málinum, sigur dómarin, Aileen Cannon. Tí kemur málið ikki fyri rættin. The New York Times skrivar, at avgerðin er sera umstrídd, tí hon ikki er í tráð við galdandi dómsvenju. Tí verður avgerðin hjá Aileen Cannon, ið varð tilnevnd sum dómari av Donald Trump, heilt víst kærd.