Russisk dronuálop og bumbingar av jarnbreytarlinjum hava seinasta samdøgrið kostað fleiri fólkum í Ukraina lívið.
Tveir menn lógu eftirá í einum russiskum dronuálopi í Zaporizjzja-regiónini har eysturi í Ukraina í dag.
Tað sigur guvernørurin í regiónini, Ivan Fedorov, á Telegram, og tað er hann, sum er á myndini her omanfyri.
Í einum russiskum loftálopi á jarnbreytarmiðstøðina Lozova læt eitt starvsfólk lív, og tíggju vórðu særd.
Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at millum tey særdu vóru tveir tannáringar.