Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig. Mynd: Dávur Winther

Trý frystilínuskip eru á veg yvir á Flemish Kap

- Veðrið verður gott, og tí verður væntað, at nakað verður av útróðri, men útróðrarbátar hava smáligan fiskiskap

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig. Mynd: Dávur Winther

Eitt ísfiskalínuskip hevur fiskað eystanfyri og norðanfyri og kemur inn at landa í vikuni.

 

Um frystilínuskipini, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at eitt er á veg heim av Flemish Kap, og trý eru ávegis yvir á Flemish Kap.

 

- Haraftrat fiska fimm frystilínuskip undir Føroyum.

 

Línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, verður lagt aftrat.

 

Streymurin er hampiligur, men harðnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott, og tí verður væntað, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátar hava smáligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig. Mynd: Dávur Winther