Trygdardepilin veitir skeið til einstaklingar og bólkar

- Vit veita skeið til øll siglandi, bæði dekkarar og yvirmenn, og ein stórur partur er, at siglandi koma til endurnýggjan av skeiðum, sum skal gerast fimta hvørt ár, sigur Fríðfinn Nolsøe á Trygdardeplinum

 

Á Trygdardeplinum við Áir bjóðar Vinnuháskúlin, sum depilin liggur undir, ymisk skeið til einstaklingar og bólkar. Her kanst tú eitt nú taka trygdarskeið og skeið í eldsløkking fyri sjófólk, eldsløkking fyri virkir og eldsløkking fyri sløkkiliðsfólk.

 

Øll skeiðini, sum depilin veitir, lúka myndugleikakrøv og altjóða STCW-krøv.

 

Upprunaliga var hetta Føroya Brandskúli, ið byrjaði sum sjálvognarstovnur í 1983, men gjørdist partur av Vinnuháskúlanum í 2004.

 

Les um skeiðini

Á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum undir leinkjuni - https://skeid.vh.fo/ - kanst tú lesa um skeiðini, sum Trygdardepilin bjóðar, og her ber eisini til at tilmelda seg til skeiðini ella til endurnýggjan av skeiðum. 

 

Tað er Frífinn Nolsøe, sum hevur ábyrgdina av Trygdardeplinum fyri Vinnuháskúlan, og hann sigur, at ymisku skeiðini sum oftast eru fullteknað. Aftrat sær hevur hann skeiðslærarar og tað, sum krevst fyri at hava skeiðvirksemið koyrandi.

 

Trygdardepilin veitir skeið til øll siglandi, bæði dekkarar og yvirmenn, og ein stórur partur er, at siglandi koma til endurnýggjan av skeiðum, sum skal gerast fimta hvørt ár. 

- Eg haldi, at ein fyrimunur við trygdarskeiðunum Við Áir er, at her verður farið á sjógvin – og ikki í ein hyl. Hetta ger, at tey, sum taka hesi skeið, sleppa at uppliva at vera á sjónum. 

Ígjøgnum mong ár hava eitt nú roykkavaraskeiðini verið við Áir, og leiðarin á Trygdardeplinum heldur ikki, at grundarlag er fyri at hava roykkavaraskeið aðrastaðni. 

 

##med2##

 

Sjógvur og eldur

Skeiðini, sum Vinnuháskúlin veitir til eitt nú yvirmenn og maskinmenn, eru sjálvsagt ikki við Áir, men á Vinnuháskúlanum.

- Okkara partur við Áir er tað, sum serliga hevur við sjógv og eld at gera, sigur Frífinn Nolsøe.

Tað er ógvuliga umráðandi, heldur leiðarin á Trygdardeplinum, at sjófólk, sum hava tikið kravd skeið, minnast til at endurnýggja hesi, áðrenn tey ganga út.

- Tað lættir munandi um og styttir um tíðina at endurnýggja heldur enn at taka skeiðini av nýggjum.

Frífinn Nolsøe vísir á, at eitt nú kann tað taka fimm dagar at taka eitt grundskeið, men skal sama skeið ístaðin endurnýggjast, tekur tað tveir dagar. 

- Munurin kann eisini vera tríggir dagar og so ein dagur við endurnýggjan – alt eftir, hvørji skeið talan er um, sigur hann.

 

Tað loysir seg 

Leiðarin á Trygdardeplinum sigur, at tað loysir seg altíð at endurnýggja skeiðini, áðrenn tíðin rennur út heldur enn at lata tíðina renna út - og so taka skeiðini av nýggjum. 

Ein annar fyrimunur kann vera at samla skeiðini saman í eitt skeið í staðin fyri at møta ymiskar dagar til ymisk skeið. 

- Tá kanst tú sleppa við fýra døgum í staðin fyri 10 dagar, sigur Frífinn Nolsøe á Trygdardeplinum hjá Vinnuháskúlanum við Áir.