Í gjár, 28. apríl, visti Havsbrún í Fuglafirði at siga frá, at tvey skip fara at landa á virkinum hesa vikuna.
Sagt verður, at Katrin Jóhanna hevur 1750 tons, og Ango hevur 1000 tons - í báðum førum er veiðan svartkjaftur.
Men, í vikuni undan hesar hevði Havsbrún fleiri landingar, og eisini her var alt svartkjaftur.
Skipini, sum landaðu í undanfarnu viku, vóru:
Norðingur (1950), Birita (1950), Finnur Fríði (2900), Ango (1550), Vestmenningur (1950), Arctic Voyager (1950), Borgarin (2300) og Norðingur (1950).