Tveir stórir EM-dagar fyri framman

EM24: Fjórðingsfinalurnar verða í dag og í morgin

Tað sansar at til EM-endaspælið í Týsklandi. Næstan allar romantisku søgurnar eru úti og nú er tað bara favorittar og møguligir vinnarar eftir. Tað er líka Turkaland, sum hevur skorað seg í gjøgnum við sigrinum á Eysturríki.

 

Stóru favorittarnir eru Frakland, vertirnir úr Týsklandi, bóltsnillingarnar úr Spania og útskeldaðu onglendingarnir, ið hava rakt tónan enn. Síðani koma Portugal og Holland, sum hava fleiri spælarar í fremstu deildunum í Evropa. At enda er tað Sveis, sum onkurvegna tykist hava ein sterka skipan og ein sterkan liðanda.

 

Í dag verða tvær fjórðingsfinalur, sum veruliga liva upp til heitið “brak”. Klokkan 17 spæla Spania og Týskland, og klokkan 20 er tað Frakland og Portugal. Bara eitt av hesum londunum sleppur í finaluna, tí vinnararnir av fjóðingsfinalunum møtast í hálvfinaluni.

 

Í morgin eru fjóðringsfinalurnar Ongland-Sveis og Holland-Turkaland. Á pappírinum eru Ongland og Holland favorittar, men Sveis hevur prógvað, at teir verða ikki lættir at syfta. Tá er Holland størri favorittur í dystinum móti Turkalandi.

 

Skráin fyri EM:

 

Fjóðringsfinalur:

 

Í dag:

Spania – Týskland (17.00)

 

Frakland – Portugal (20.00)

 

Í morgin:

 

Ongland – Sveis (17.00)

 

Holland – Turkaland (20.00)

 

Hálvfinalur:

 

Týsdagin 9. juli:

 

Spania/Týskland – Frakland/Portugal (20.00)

 

Mikudagin 10. juli:

 

Ongland/Sveis – Holland/Turkaland (20.00)

 

EM finalan verður sunnudagin 14. juli klokkan 20.00.