F-35 jagaraflogfør lendu á motorvegi í Finnlandi

- Hetta er eitt vegamót - ikki bara innan loftverjuna, men eisini fyri norðurlond og verjusamgonguna, Nato, sigur leiðari fyri norsku loftverjuna, Rolf Folland. 

Í dag hava Noreg og Finnland, sum nú eisini er limur í verjusamgonguni Nato, skrivað loftferðslusøgu, sum www.tv2.no málber seg.

Søgan er, at tvey norsk F-35 jagaraflogfør í dag lendu á einum motorvegi í Tervo í Finnlandi. 

- Hetta er eitt vegamót - ikki bara innan loftverjuna, men eisini fyri norðurlond og verjusamgonguna, Nato.

Tað sigur leiðarin fyri norsku loftverjuna, Rolf Folland. 

Ongantíð áður hevur stríðsflogfarið, Lockheed Martin F-35A, lent á einum motorvegi.

Norsku flogførini vóru saman við finskum F-18 flogførum í einari samvenjing, tá flogførini lendu á motorvegnum.

Meðan flogførini stóðu á vegabreytini, vórðu tey eisini bunkrað, og hetta varð sambært norska miðlinum gjørt, meðan F-35 flogførini vóru í gongd. 

Leiðarin fyri norsku loftverjuni, Rolf Folland. Myndirnar eigur norska verjan.

Sagt verður, at Finnland hevur 12 vegir, ið kunnu brúkast sum eyka flogvallir, um hetta skuldi verið neyðugt. Eisini í Svøríki eru vegir bygdir, soleiðis at flogfør kunnu lenda á teimum.

Meira um hetta kann lesast á www.tv2.no

Lagt verður aftrat, at F-35 flogfarið er heilt serstakt og verður lýst, sum eitt av heimsins mest framkomnu stríðsflogførum.

Leiðarin fyri norsku loftverjuni, Rolf Folland. Myndirnar eigur norska verjan.