Tvey feløg fáa sparkið í kvøld

Champions League: Í kvøld verða tvær tær fyrstu av seinnu uppgerðunum í 1/8 finalunum

Í kvøld verða tvær tær fyrstu av seinnu uppgerðunum í 1/8 finalunum í Champions League. Bayern Munchen skal venda uppgerðini móti Lazio, meðan Paris Saint Germain bara skal halda høvdið kalt í San Sebastián.

 

Bayern Munchen (0) – (1) Lazio (20.00)

 

Tað eru tvey lið, sum hava eina misjavna gongd í heimligu kappingini, ið møtast á Allianz Arena í kvøld. Bayern Munchen sær út til at tapa dystin um týska meistaraheitið, sum felagið annars hevur vunnið 11 tær seinastu ferðirnar. Felagið hevur eisini boðað frá, at venjarin – Thomas Tuchel – gevst í summar.

 

Gestirnir hava tapt fýra av teimum seks seinastu dystunum. Lazio hevur ikki verið í eini fjórðingsfinalu í Champions League síðani aldarskiftið. Í løtuni er Ciro Immobile munurin. Hann skoraði einsamalla málið í fyrru uppgerðini.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Bayern: Neuer; Kimmich, Dier, Kim, Davies; Pavlovic, Goretzka; Tel, Müller, Musiala; Kane

 

Leikbann: Upamecano

 

Lazio: Provedel; Marušić, Mario Gila, Romagnoli, Hysaj; Guendouzi, Vecino, Luis Alberto; Isaksen, Immobile, Felipe Anderson

 

Real Sociedad (0) – (2) Paris Saint Germain (20.00)

 

Tað verður brúk fyri øllum kreftum í San Sebastián, um Real Sociedad skal koma víðari í kvøld. Heimaliðið hevur bara vunnið ein av seinastu níggju dystunum, og 2-0 tapið í fyrru uppgerðini smakkar illa, tí liðið hevði møguleikar í fyrra hálvleiki.

 

Gestirnir fyrireika seg til eitt lív uttan Kylian Mbappé, sum í summar sigst fara til Real Madrid. Hann bleiv millum annað skiftur út í hálvleikinum móti Monako um vikuskiftið. Koma fronsku meistararnir illa frá byrjan í kvøld, so er ivast um Kylian Mbappé verður skiftur út.

 

Real Sociedad: Remiro; Galán, Zubeldia, Le Normand, Traoré; Merino, Zubimendi, Méndez; Oyarzabal, André Silva, Kubo

 

Ikki við: Elustondo, Odriozola, Carlos Fernández

 

PSG: Donnarumma; Hakimi, Marquinhos, Beraldo, Hernández; Zaïre-Emery, Vitinha, Fabián Ruiz; Dembélé, Mbappé, Barcola

 

Ikki við: Kimpembe, Škriniar, Asensio

 

Champions League fyrru 1/8:

 

RB Leipzig – Real Madrid 0-1

 

FCK – Manchester City 1-3

 

PSG – Real Sociedad 2-0

 

Lazio – Bayern Munchen 1-0

 

PSV – Borussia Dortmund 1-1

 

Inter Milan – Atletico Madrid 1-0

 

Napoli – FC Barcelona 1-1

 

FC Porto – Arsenal 1-0