Týskland ávarar um russisk net-álop á NATO- og ES-lond

Sambært Týsklandi stendur ein eind, sum er knýtt at russisku fregnartænastuni, aftan fyri fleiri telduálop í Vesturheiminum

Týska fregnartænastan fyri innanríkismál ávarar í morgun um, at russiski felagsskapurin UNC2589 hevur framt net-álop móti fleiri NATO- og ES-londum.

Hetta skrivar fregnartænastan á sosiala miðlinum X.

Bólkurin hoyrir til russisku hernaðarligu fregnartænastuna 29155.

Ávaringin er send út í samstarvi við millum annað amerikansku samveldisløgregluna, FBI, amerikanska stovnin fyri nettrygd, CISA, og amerikansku fregnartænastuna NSA.

Tað er ikki greitt beinanvegin, hvørjum londum UNC2589 hevur framt álop ímóti.

Týska fregnartænastan skrivar, at endamálið hjá bólkinum er at njósnast og fremja sabotagu. Hetta fevnir millum annað um útgávu av stolnum dátum.

Síðani Russland herjaði á Ukraina í februar 2022, hava vesturlond alsamt meira illgruna um, at russiskir teldusníkar hava lopið á KT-skipanir í Vesturheiminum.

Fyrr í ár ákærdi týska stjórnin Russland fyri at standa aftan fyri telduálop, sum vóru móti stjórnarflokkinum, Javnaðarflokkinum.

Harumframt stendur Russland sambært Týsklandi eisini aftan fyri telduálop móti týskum fyritøkum innan logistikk, verju, flogferðslu og KT-økið.

 

/ritzau/Reuters