Tað var dramatikkur frá byrjan, tá Spania og Týskland spældu EM-fjórðingsfinalu í Stuttgart í dag. Longu aftaná fáar minuttir mátti spanski miðvallarin, Pedri, av vøllinum við skaða. Hetta eftir ein ófantaliga takling frá Toni Kroos, sum slapp uttan revsing fyri hendingina.
Hetta setti sín dám á spældi restina av fyrra hálvleiki, har spælarar fleiri ferðir vóru í hornatøkum. Tað endaði við ongum máli, men trimum gulum kortum.
Í seinna hálvleiki var tað avloysarin hjá Pedri, Dani Olmo, sum legði Spania á odda 1-0. Tað var eftir gott upplegg frá bara 16 ára gamla Lamine Yamal. Eina løtu sá Spania út til at fara við sigrinum, men móti endanum av dystinum fór týska maskinan í gongd.
Innskifti áleyparin, Niclas Füllkrug, rakti stongina, meðan Kai Havertz sparkaði eina gávu upp á nettakið, tá málverjin hjá Spania kom at standa í ongamannalandi. Forloysingin kom tá innskifti Florian Wirtz í 89. minutti fekk skot á í brotsteiginum. Bólturin fór í stongina og inn.
Í longdu leiktíðini skiftust liðini um at leypa á. Onkra løtu var Týskland omaná, men Spania megnaði at svara aftur. Tað endaði við einum innleggi í 119. minutti, sum innskifti Mikel Merino úr Real Sociedad stútaði í málið.
Stóri og sterki áleyparin hjá Týsklandi, Niclas Füllkrug, fekk ein seinasta møguleika at javna, men stútaði framvið. Eisini bleiv Dani Carvajal útvístur fyri at steðga einum álopi. Spania er víðari til hálvfinaluna og Toni Kroos hevur spælt sín seinasta dyst í síni yrkisleið.
Spania – Týskland 2-1
1-0 Dani Olmo, 51
1-1 Florian Wirtz, 89
2-1 Mikel Merino, 119