U20 EM: Føroyar eru á odda 21-15 í steðginum

Sveis var væl við ta fyrstu løtuna

Mynd: HSF

Steðgur er í fyrsta dystinum hjá føroyska U20-manslandsliðnum í EM-endaspælinum í Slovenia.

 

Í dystinum í bólki C eru Føroyar á odda 21-15 í steðginum.

 

Sveis var væl við fyrstu løtuna, men móti endanum av hálvleikinum drógu Føroyar frá.

 

Tað gleðiliga er, at nógvir hava tikið ábyrgd, og málskjúttarnir eru fleiri.

 

Málskjúttar Føroyar: Óli Mittún 6/9, Jákup Egholm 4/4, Høgni Højsted 3/3, Niklas D. Gaard 3/4, Trúgvi Hávardsson 2/2, Rókur Ziskason 1/1, Helgi Poulsen 1/1, Ísak Vedelsbøl 1/1.

 

Torstein Sivertsen hevur bjargað fýra av níggju málroyndum, og Aleksandar Lacok hevur bjargað tveimum av 12 málroyndum.

 

 

 

 

 

Mynd: HSF