U20 EM: Føroyar taptu 31-34 fyri Fraklandi

Óli Mittún skoraði heili 13 mál í dystinum

Føroyska U20-manslandsliðið gav franska hondbóltsrisanum skarpan gang í øðrum dystinum í innleiðandi bólki C í EM-endaspælinum, ið er í Slovenia.

 

Føroyar taptu 31-34 fyri Fraklandi, men tað var ikki uttan svørðslag. 

 

Tá fýra minuttir vóru eftir legði Óli Mittún Føroyar á odda 30-29, men fraklendingar vóru kaldari seinastu løtuna og skoraðu neyðugu málini.

 

Frakland var á odda 17-14, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Frakland á odda 22-17, men okkara menn stríddust manniliga og komu upp á javnt, men tað helt tíverri ikki.

 

Óli Mittún var ein støðug hóttan, og hann skoraði heili 13 mál í dag.

 

Frakland skoraði upp á 34 av 51 málmøguleikum, meðan Føroyar skoraðu upp á 31 av 41 málmøguleikum.

 

Leygardagin klokkan 15.40 bíðar enn ein torfør uppgáva. Tá verður Spania, ið vann 37-31 (19-18) á Fraklandi mótstøðuliðið hjá Føroyum.

 

Spania vann fyrr í dag stórsigur 40-20 (19-10) á Sveis, ið gav Føroyum skarpan ígjár. Føroyar vunnu 30-29 (21-15) á Sveis. 

 

Málskjúttar Føroyar: Óli Mittún 13/16, Ísak Vedelsbøl 5/5, Helgi Poulsen 3/5, Niklas D. Gaard 3/5, Helgi Poulsen 3/4, Jákup Egholm 2/2, Búi Poulsen 1/1, Høgni Højsted 1/2. 

 

Bjargingar: Aleksandar Lacok bjargaði 11 av 38 málroyndum. Torstein Sivertsen bjargaði einari av átta málroyndum.