Føroyska U20-manslandsliðið tapti 30-36 fyri krútsterka spanska liðnum í seinasta bólkadystinum í innleiðandi bólki C í HM-endaspælinum í Slovenia.
Í steðginum var Spania á odda 18-16.
Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún gingu undan og skutu 11 mál í part. Óli legði eisini upp til fleiri mál.
Sambært hagtølunum skoraðu Føroyar upp á 30 av 40 málmøguleikum. Spania skoraði upp á 36 av 53 málmøguleikum.
Í sama bólki vann Frakland 35-32 (15-16) á Sveis.
Spania vann sostatt bólkin við seks stigum. Frakland hevur fýra stig, Føroyar endaðu á triðja plássinum við tveimum stigum, og Sveis endaði aftast við ongum stigi.
Hóast Føroyar vóru millum fýra teir bestu 3´ararnar, so komu okkara menn ikki í topp 16, tí kappingarleisturin var soleiðis skipaður, at tað vóru tveir teir bestu 3´ararnir úr bólkunum ABC fyri seg og so úr bókunum DEF fyri seg, ið vunnu seg víðari. Her sótu Føroyar við svartperi, tá trý´ararnir úr bólkunum A og B vóru betri enn vit. Komandi dysturin hjá Føroyum verður mánadagin.
Spania-Føroyar 36-30 (18-16)
Føroyar: Ísak Vedelsbøl 11/12, Óli Mittún 11/15, Rói S. Hjaltason 2/2, Helgi Poulsen 2/4, Óla Jákup Gaard Hansen 1/1, Høgni Heinason 1/1, Niklas D. Gaard 1/2, Rókur Ziskason 1/3.
Bjargingar: Tórstein Sivertsen bjargaði 5 av 18 málroyndum, og Aleksandar Lacok bjargaði 5 av 26 málroyndum.