Ukraina framt umfatandi álop á Russland

Anatolii Stepanov/AFP/Ritzau Scanpix

Ein kelda í ukrainsku fregnartænastuni sigur við Reuters í morgun, at ukrainski herurin í nátt hevur framt umfatandi álop á Russland.

Málini vóru millum annað trý minni orkuverk og ein brennievnisgoymsla, sum Russiski hernaðarídnaðurin brúkar.

 

Anatolii Stepanov/AFP/Ritzau Scanpix