Ukraina: Hava skotið 18 russiskar dronur og rakettir niður

Loftverjuskipanir vórðu tiknar í nýtslu í níggju landspørtum í Ukraina, hevur loftverjan upplýst á boðtænastuni Telegram

 

Russland hevur sent 23 dronur yvir Ukraina í dag. Eisini eitt krússraramissil er skotið niður. Tað upplýsir ukrainska loftverjan í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.

18 av dronunum eins og missilið vórðu skotin niður, áðrenn tey rukku málinum.

Loftverjuskipanir vórðu tiknar í brúk í nýggju landspørtum í Ukraina, hevur loftverjan upplýst í einum boðum á boðtænastuni Telegram.

Reuters hevur ikki sjálvstøðugt kunna váttað upplýsingarnar.

Tað eru ongar upplýsingar um, hvat er hent við teimum dronunum, sum ikki vórðu skotnar niður.

Ukraina leggur javnan Russland undir dronuálop, eins og Russland eisini ofta leggur Ukraina undir at senda dronur inn í russiskt øki.

Stjórnin í Ukraina hevur fyri stuttum sagt, at hon væntar, at Russland skjótt fer at venda sínum álopum fyrst og fremst ímóti el-, hita- og vatnveitingum í Ukraina í vetur, tá orkuveitingin hevur so stóran týdning.

/ritzau/