Ukraina umskipar herdeildir í Kupjansk

- Í nøkrum økjum eru okkara herdeildir umskipaðar til støðir, sum geva okkum størri fyrimunir., eftir hørðu russisku álopini í økinum.

Ukrainska verjan hevur gjørt av at umskipa ein part av herdeildunum kring ukrainska býin, Kupjansk, veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.

 

Kupjansk liggur eystan fyri næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, sum aftur liggur nær uppat markinum millum Ukraina og Russland.

 

- Í nøkrum økjum eru okkara herdeildir umskipaðar til støðir, sum geva okkum størri fyrimunir., eftir hørðu fíggindaligu álopini í økinum.

 

Soleiðis verður sagt í einari frágreiðing, sum Reuters endurgevur burturúr.

 

Tíðliga í krígnum tóku russar býin, Kupjansk, men seinni sama ár tóku ukrainar býin aftur, tá russisku herdeildirnar vórðu riknar burtur.

 

- Men, seinastu mánaðirnar hava aftur verið harðir bardagar um hesar leiðir, veit tíðindastovan Reuters at siga í kvøld.

 

##med2##