Ukrainskur ráðharri vitjar Kina fyri at tosa um frið

Uttanríkisráðharrin fer at tosa við Kina um møguliga leiklutin hjá landinum at fáa varandi frið millum Russland og Ukraina.

Á vitjanini í Kina fer uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, at greiða frá, hvussu vit kunnu steðga russiskum ágangi og fáa frið ímillum Ukraina og Russland. (Savnsmynd): Stephanie Scarbrough/Ritzau Scanpix

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, er á vitjan í Kina frá týsdegi til fríggjadag at greiða frá, hvussu russiska innrásin í Ukraina kann enda.

Tað upplýsir ukrainska uttanríkisráðið, sambært tíðindastovuni AFP.

- Týdningarmestu umrøðurnar verða um, hvussu vit steðga russiska áganginum og møguliga leiklutinum hjá Kina í at fremja ein varandi og rættvísan frið, skrivar ráðið.

/ritzau/