Ljósfestin í Vági er sera hugnaligt tiltak, sum hevur nakað til øll, og tað verður nú klokkan 18.30, at tiltakið formelt verður sett.
Tað verður Dagfinn Olsen, sum fer at halda setanarrøðuna. Hann er hoyvíkingur, men hevur búð nógv ár í Vági.
Dagfinn Olsen er lærari, og hann fæst eisini við fjølmiðlaarbeiði hjá okkum her í Miðlahúsinum.
Hann er eisini kendur sum tónleikari og orð- og tónasmiður.
Dagfinn Olsen var við í hoyvíksbólkinum Springs og gav seinni út undir egnum navni. Haðani kenna vit eitt nú løgini, »Fagri Flokkur« og »Prikkuta Mona«.
Seinnu árini hevur hann spælt nógv við Hjalmari Magnussen, og teir báðir eru eisini við í bólkinum Hvarv, sum fer á pall á Ljósfestini.
Bólkurin hevur givið út áður, men í ár hevur Hvarv givið út tvey nýggj løg, og meira er ávegis.
- Vit gleða okkum at hoyra Hvarv á Ljósfestini, og vit gleða okkum eisini til setanarrøðuna hjá Dagfinn Olsen, siga tey í Vági.