Ummælari: Framsýningin kundi væl verið fimm ferð um ikki fimmhundrað ferðir størri

Kinna Poulsen, ið ofta umrøður og ummælir list, hevur verið til framsýningina Træðrir:

 

Fríggjadagin læt framsýningin Træðrir upp í Listasavninum. Tað er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir. Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgera tráð og trá; tilfar og longsul eftir húð og persónligum frælsi. Hetta er í útgangsstøði ein framsýning við tekstil, sum skal vísa nýggjar øðrvísi mátar at brúka tóvirki í føroyskari myndlist. Kirstin Helgadóttir hevur kuraterað framsýningina við einum listafólkaúrvali, ið gevur góða meining. Tey fimm listafólkini skara øll framúr innan nýmaterialistiska rákið - ikki minst Jóhan Martin Christiansen, ið tó ikki framsýnir tekstil á hesum sinni, men eina røð av at síggja til vøkrum klassiskum grafikki, tað eru portrettmyndir av einum sovandi manni. “Jeppe svevur” er ein vøkur og intim svita, sum hongur sum eitt samanhangandi band niðarlaga í rúminum við føstum ovara kanti, sum vóru myndirnar bundnar saman av einum ósjónligum tráði í erva sum tá mann hongur seingjarklæði út á snór.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen umrøðu sína av framsýningini, og hon sigur eisisni:

 

Framsýningin kundi væl verið fimm ferð um ikki fimmhundrað ferðir størri enn hon er, men ikki við somu staðseting, tí hon er sama stað, har Ólavsøkuframsýningin í ár varð skipað í teimum smáu klivunum. Tað er eitt sindur klaustrofobiskt í hesum partinum av okkara Listasavni, men verkini eru frálík og gera okkurt við støddarkensluna, so at tað kenst sum minimodellframsýningar av fimm risastórum framsýningum. Mann fær varhugan av, at ein listalig tsunami er farin gjøgnum alt Listasavnið, so at allir teir gomlu oljumálningarnir eru skolaðir burtur.

 

Øll umrøðan kann lesast her, og eru her eisini fleiri myndir at síggja: Stór lítil framsýning um tráð og trá — Listaportal